Religión

Átrúnaður hevur týðandi leiklut í nútíðarsamfelagnum, tí heimurin er merktur av alsamt meiri globalisering, og fólk og mentanir liva lið um lið bæði fysiskt og á alnótini. Hesin veruleiki ger, at  átrúnaður verður mettur sum kjarnulærugrein, ið venur og mennir teg, soleiðis at tú betur skilir  og virðir ymiskleikan, sum vit øll uppliva í dag. Jú meir vit kunna okkum um fyribrigdið átrúnað og ymsu hugtøkini, lærugreinin arbeiðir við, jú betur kunnu vit taka støðu til  ymisku lívsspurningarnar og samstundis skilja og virða okkara medmenniskju.

Átrúnaður á C-stigi arbeiðir við fýra kjarnuøkjum og einum ískoytisøki. Kjarnuøkini eru 1) kristindómur, 2) annar heimsátrúnaður, har islam tó er kravdur partur, samstundis sum til ber at læra um hinduismu, buddismu ella jødadóm 3) náttúruátrúnaður, 4) etikkur,  átrúnaðarheimspeki, átrúnaðarsosiologi og nýggj átrúnaðarlig rák.  Ískoytisøkið skal nágreiniliga lýsa og viðgera onkran serligan part ella serligt fyribrigdi innan eitt av kjarnuøkjunum.

Lærugreinin átrúnaður lýsir, greinar, tulkar og metir um átrúnað, filosofi, etikk og lívsspurningar, sum mynda hin einstaka og samfelagið í søguligum og nútíðar høpi. Ítøkiliga verður arbeitt við trúarpraksis og fyribrigdum sum t.d. ritualum, offurgerð, bøn, frumsøgum, trúarsetningum og eksistentiellum hugtøkum. Tú lærir at skilja og greina tekstir og annað keldutilfar. Lærugreinin er tí bæði bókmentalig,  heimspekilig, sosiologisk og søgulig.