Onki úrslit

Støddfrøði

Lærugreinin gevur millum annað innlit í hvussu støddfrøði verður nýtt at gera myndlar av veruleikanum og hvussu støddfrøðimyndlar kunnu svara ymiskum spurningum. Stóri fyrimunurin, ið støddfrøðin hevur at bjóða er, at sami støddfrøðiligi myndil kann nýtast til at loysa eitt ótal av ymiskum trupulleikum í gerandisdegnum.

Søguligi parturin av støddfrøðini, ið spennir yvir túsundtals ár og millum ymiskar mentanir, er eisini partur av støddfrøðiundirvísingini.

Stóri framburðurin, ið støddfrøðin hevur havt, er tí, at støddfrøðin er aksiomatisk deduktiv. Tað merkir, at nakrir grundleggjandi setningar og reglur kunnu nýtast at útleiða eitt ótal av nýggjum setningum. Prógv, og tað at prógva setningar, er tí eisini partur av støddfrøðiundirvísingini

Í dag vera nýggjastu talgildu amboðini, sonevnd CAS amboð, nýtt í undirvísingini. Hesi lætta munandi um útrokningarnar og geva møguleika fyri at arbeiða við veruleikakendum uppgávum.

Støddfrøðin verður eisini nýtt sum amboð í øðrum lærugreinum so sum samfelagsfrøði, har støddfrøðiligir myndlar verða nýttir at greina búskap og annað. Eisini er tætt samband millum støddfrøðina og náttúruvísindaligu lærugreinanar.

 

 

Støddfrøði A-stig

Les námsætlanina fyri støddfrøði A-stig her

Støddfrøði B-stig

Les námsætlanina fyri støddfrøði B-stig her

Støddfrøði C-stig

Les námsætlanina fyri støddfrøði C-stig her

Videobrot: Lær teg støddfrøði

Á Youtube-rásini hjá Glasi hevur lærugreinin støddfrøði her nøkur videobrot, har tú kanst læra teg ymiskt grundleggjandi í støddfrøði.