Onki úrslit

Sálarfrøði

Sálarfrøði er læran um, hvussu menniskjað hugsar, lærir, sansar, ber seg at, mennir og kennir sum heild í størri høpi og í serstøkum lívsumstøðum. Hevur hetta tín áhuga, so er sálarfrøði nakað fyri teg.

Í undirvísingini í sálarfrøði verður dentur lagdur á at geva tær førleikar at viðgera og grunda yvir faklig og almenn viðurskifti innan sálarfrøðina. Lært verður um sálarfrøðilig ástøði, hvussu tey eru vorðin til og týdning teirra, um hví menniskju mennast, sum tey gera, um atburð í ávísum støðum, samspæl í millum einstaklingar og bólkar til dømis í sambandi við happing og sálarligar líðingar so sum strongd, tunglyndi og angist.

Tú kanst, sum næmingur, menna tína egnu sjálvstøðugu fatan av sálarfrøðiligum kanningum og ástøði og harumframt seta hesi í ein søguligt, mentanarligt og samtíðar høpi.

Av tí, at sálarfrøðifakið, sum einasta fak, bæði er partur av fakliga samspælinum millum náttúruvísindaligu, samfelagsvísindaligu og hugvísindaligu lærugreinarnar, gevur lærugreinin tær eisini møguleikan at røkka eini heildarfatan millum ymsu vísindini.

Sálarfrøði B-stig

Les námsætlanina fyri sálarfrøði B-stig her

Sálarfrøði C-stig

Les námsætlanina fyri sálarfrøði C-stig her