Samfelagsfrøði

Hvørjar eru orsøkirnar til broytingar í samfelagnum? Hetta er grundleggjandi spurningar, sum samfelagsfrøðin arbeiðir við.

Samfelagsfrøði gevur innlit í hvussu samfelagið virkar, so tú millum annað verður betri før/ur fyri at taka avgerðir, skilja ímillum ymsu meiningar og at luttaka í samfelagnum. Lærugreinin hevur fýra øki.

Í sosiologi arbeiða vit við, hvussu menniskjað verður ávirkað av samfelagsmenningini. Familjan, sosialur arvur, sosialisatión, mentan o.s.fr. eru kjarnuøkir í hesi lærugrein. Í politikki arbeiða vit m.a. við veljaraatburði, politiskum skipanum, politiskum flokkum, ideologum og hvussu politiskar avgerðir ávirka menniskjað í samfelagnum. Í búskapi verður arbeitt við búskaparligum rensli, búskaparpolitikki, føroyskum búskapi, búskaparligari stýring og altjóða búskap o.s.fr.

Á A-stigi, fært tú harumframt eisini altjóða politikk, sum í stuttum fevnir um, hvussu altjóða skipanin er grundað á tjóðir (statir), felagsskapir sum t.d. ST, ES, handilsfelagskapir o.s.fr. og fevnir eisini um valdsviðurskiftini millum stórveldini og broytingarnar í altjóða skipanini.