Serbreyt

Á Serbreytini kunnu næmingar við serligum tørvi – t.d. menningartarni, autismu, tarni í kognitivu, sosialu ella talu/lesiførleikum – royna handverksyrkið á serbreyt í miðnámsskúlaskipanini á Glasi í Smiðjugerði. Undirvísingin verður lagað til einstaka næmingin og skipað í smáum bólkum. Hesin næmingabólkur, sum ikki vanliga hevur havt somu møguleikar sum onnur, verður nú vónandi ein sjálvsagdur og virdur partur av miðnámsskúlaskipanini.