Onki úrslit

Stjørnufrøði

Stjørnufrøði umboðar eitt týdningarmikið náttúruvísindaligt íkast til menniskjans fatan av síni egnu staðseting í tíð og rúmd. Við útgangstøði í eygleiðingum av og ástøði um alheimin vil stjørnufrøðin grunda eina binding millum fortíð og nútíð.

Allar mentanir hava eina frásøgu um skapanarverk og eina lýsing av alheiminum og teimum kreftum sum stýra alheiminum. Frásagnirnar vitna m.a. um regluligar eygleiðingar av fyribrigdum og hendingum á himmalhválvinum stjørnufrøðin er tí tann elsta altjóða vísindin, ið tekur útgangsstøði í tí menniskjaligu leitani eftir einari heimsmynd og roynd at skilja hvussu bygnaður av alheiminum er og hvussu alheimurin er mentur.

Nútíðar stjørnufrøðin hvílir á eitt náttúruvísindaligt støði, har tað verður lagt dentur á eygleiðingar, dátagreiningar og ástøði, ið kunnu brúkast til kanningar, royndir og til víðari menning.

Krøvuni til mátutól ger tað neyðugt at brúka tað mest framkomnu tøknina, bæði mekanisk, elektronisk og teldufrøðiliga.

Í stjørnufrøði verður samstarvað við aðrar lærugreinir so sum alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði.

Stjørnufrøði C-stig

Les námsætlanina fyri stjørnufrøði C-stig her