Onki úrslit

Timbur

Húsasmiður

Húsasmiðurin fæst við at byggja sethús,  virkisbygningar og onnur byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir um m.a. forskalling, gólv, útveggir og takverk.

Eisini arbeiðir húsasmiðurin við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í, umframt uppseting av køkseindum og øðrum lidnum bygningslutum.

Bygningssnikkari

Bygningssnikkarin nýtir á verkstaðnum framkomnar maskinur at gera t.d. hurðar, vindeygu, skáp og køkar og annars alt vanligt uttan- og innandura snikkaraarbeiði.

Bygningssnikkarar gera eisini gólváleggingar-arbeiði og lakkarbeiðið.

Lýkur tú krøvini?

Fyri at byrja útbúgvingina krevst, at tú hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans ella hevur lærusáttmála. Lærlingar fáa løn undir útbúgvingini, sum endar við sveinaroynd.

Fyrsta skúlaskeið verður tikið í Føroyum, restin verður tikið í Danmark.

Hvat ger ein bygningssnikkari?

Námsætlan

Námsætlan fyri útbúgvingina sæst her