Tónleikur

Tónleikur er listagrein, ið er týðandi partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og ungum. Lærugreinin tónleikur telist millum skapandi lærugreinarnar.

Á miðnámsskúlastigi er tónleikur ein hugvísindalig lærugrein, har arbeitt verður við greining og tulking av menniskjaligum, listarligum úttrykki – á sama hátt sum t.d. list- og bókmentagreining. Í lærugreinini verður dentur lagdur á at viðgera tónleikin sjálvan, og í aðru syftu á at viðgera ytru viðurskiftini hjá tónleikinum, t.e. samfelagslig, sosial og mentanarlig viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvussu vit fata tónleikin.

Á miðnámsskúlastigi sameinir lærugreinin eina ástøðiliga og eina vísindaliga tilgongd, eina listaliga og eina útinnandi tilgongd til tónleik, sum ein alheimsligan framsagnarhátt. Lærugreinin nýtir arbeiðshættir úr teimum trimum høvuðsøkjunum: hugvísindum, náttúruvísindum og samfelagsvísindum, hetta fyri at uppbyggja eina almenna mentanarliga tilvitan og samleikamenning umframt lestrarfyrireiking og -førleika. Við skapandi átøkum og tónlistarligum framførslum hevur lærugreinin ein týðandi leiklut innan skúlans mentan.