Týskt

At læra seg týskt er eitt skilagott val. Týskt er eitt av teimum týdningarmiklastu heimsmálunum, og fleiri enn 100 mió. menniskju hava týskt sum teirra móðurmál. Týskt er størsta mál í Europa, og Týskland hevur størsta og sterkasta búskap í Europa. Næst eftir enskum er týskt tað málið, ið útgevur flest vísindaligar greinar og bøkur. Afturat enskum er lærdómur í týskum tí ein sera góð íløga í tína framtíð.

Møguliga hugsar tú, at týskt er trupult at læra, og at grammatikkin er torfør. Men týskt er ikki torførari at læra enn onnur mál, og tað er ein stórur fyrimunir at duga føroyskt tá ein skal læra týskt, tí málini líkjast nógv, og nemt er at samanbera týskt og føroyskt í undirvísingini.

Í undirvísingini verður arbeitt við trimum evnum: mentan, samfelag og mál. Tit fáa innlit í týsku mentanina og týska samfelagið við at arbeiða fjøllbroytt við millum øðrum tekstum, filmum, heimasíðum, tónleiki og aktuellum hendingum í Týsklandi, Eysturríki og Sveis.

Í løtuni framleiðir týski filmsídnaðurin sera nógvar áhugaverdar filmar, ið eru viðkomandi fyri undirvísingina, og tí verða filmshandrit lisin. Málførleikin verður styrktur bæði skrivliga og munnliga í undirvísingini og harafturat verður farið í dýpdina við mállæru.

Týskt verður bjóðað út bæði sum byrjunarmál og sum framhaldsmál.