Onki úrslit

Vinnulívsbúskapur

Endamálið við undirvísingini er at menna førleikan at skilja treytirnar, fyritøkur virka undir, til dømis hvussu ein fyritøka verður stovnað og ment, søluviðurskifti, marknaðarførsla, virðisøking, leiðsla, human resource management, fyriskipan, fíggjarstýring og handlingsmøgleikar.

Tú lærir at reflektera um fyritøkuna og hennara týdning í samfelagnum. Við ymsum arbeiðsháttum lærir tú at arbeiða við avbjóðingum og møguleikum, fyritøkan hevur á altjóða pallinum. Tey fakligu málini eru at skilja samspælið, fyritøkan hevur við umheimin, (marknaður, søla, kundasegment, kappingarfyritreytir, strategi, veitingarketuna, innovatión og íverksetan).

Í organisatoriska partinum gerst tú før/ur fyri at meta um møguleikar, fyritøkan hevur at mennast. Tú lærir at nýta tína vitan um sølu og marknaðarførslu at meta um, hvør vørusamanseting er best fyri fyritøkuna. Og tú lærir at brúka tína vitan um fíggjarligu viðurskiftini hjá fyritøkuni og meta um, hvussu fyritøkan á besta hátt kann náa settum málum.

Kjarnin í lærugreinini er at geva tær eina reflektiva fatan av fyritøkuni, ástøðiliga fatan av fyriskipan og leiðslu, hugskotsgrundarlagnum hjá fyritøkuni, málsetningi, handlingsætlan og strategi. Undirvísingin verður løgd til rættis við ástøði, grundað á veruleikalíka case-undirvísing og -læring, soleiðis at tú lærir at fata fyritøkuna í síni heild.

Vinnulívsbúskapur C-stig

Les námsætlanina fyri vinnulívsbúskapi C-stig her