Vinnulívsbúskapur

Endamálið við undirvísingini í vinnulívsbúskapi er at menna førleikan at skilja allar tær grundleggjandi treytirnar, fyritøkur hava fyri at virka, hvussu ein fyritøka verður sett á stovn og ment, hennara grunnleggjandi viðurskifti viðvíkjandi sølu, marknaðarføring, virðisøking, leiðslu, human resource management, fyriskipan, fíggjarviðurskifti, budgetstýring og handlingsmøgleikar.

Vit læra at reflektera um fyritøkuna og hennara týdning fyri samfelagsmenning. Harafturat lærir tú at arbeiða við avbjóðingum og møguleikum ein fyritøka hevur á altjóða pallinum, hetta í ymsum arbeiðsháttum, herundir í praksisnærari læring við útgangsstøði í ástøðini.

Tey fakligu málini eru at læra og skilja samspælið fyritøkan hevur við umheimin, (marknaðarumstøður, sølu, kundasegmentir, kappingarfyritreytir, strategiskir valmøguleikar, supply chain management, innovatión og íverksetarí).

Í mun til organisatoriska partin, gert tú før/ur fyri at kunna kjakast og meta um, hvørjir møguleikar ein fyritøka hevur fyri at menna seg, eins og tú lærir at nýta tína vitan um sølu- og marknaðarføringsmøguleikar hjá fyritøkuni, meta um, hvør vørusamanseting er best fyri fyritøkuna.

Tú lærir at brúka tína vitan um fíggjarligu viðurskiftini hjá fyritøkuni og út frá hesari vitan at kjakast og meta um, hvussu fyritøkan á bestan hátt kann náa settu búskaparligum málum.

Kjarnutilfarið í lærugreinini er at geva tær eina reflektiva fatan av fyritøkuni, ástøðiliga fatan av fyriskipan og leiðslu, hugskotsgrundarlagið hjá fyritøkuni, eins og at leggja mál, gera handlingsætlanir og leggja strategiir, at greina kappingarumhvørvið, at gera vinnugreiningar, marknaðarføringsstrategiir, parameturmix, fíggjarætlan, budgetlegging og -stýring.

Undirvísingin í lærugreinini verður tilrættisløgd á ástøðiliga vitan og grundað á case- og praksisnærari undirvísing og læring á tann hátt, at tú lærir at fata alla fyritøkuna í sínari heild.