Vinnulívsrættur

Her fær tú innlit í lógir og aðrar rættarreglur, ið eru galdandi í vinnulívinum. Fyri at eitt vinnulív skal virka væl, er umráðandi, at tað hevur skipaði viðurskifti at arbeiða undir. Tað er her vinnulívsrætturin kemur inn sum ein sera týðandi lærugrein á búskaparbreytini. Hóast hon í vavi bert er á C-stigi, er talan um høgt abstraktiónsstig, og tí er lærugreinin á triðja ári. Nomið verður við evni sum skyldur og rættindi í sambandi við avtalu av ymiskum slag, millum landa rættareglur, arbeiðsmarknað og fiskivinnulóggávu.