Onki úrslit

Alisfrøði

Alisfrøði er um okkara royndir at skilja heimin á ein skipaðan hátt gjøgnum hypotesur, royndir og eygleiðingar.

Í alisfrøði læra vit um ymisk fyribrigdi, sum vit uppliva í gerandisdegnum. Millum annað um rørslu, orku, elektriskan streym og bylgjur. Vit læra eisini um tað, vit ikki beinleiðis uppliva dagliga. Um minstu byggisteinar í náttúruni, atomir, og um svørt hol og Big Bang. Søguligi parturin er eisini við. Fakið fevnir breitt, og góðir møguleikar eru at taka nýggj evni við í undirvísingina, eftir ynski. Fakið er eisini vælegnað til tvørfakligt samstarv til dømis í sambandi við stórar skrivligar uppgávur.

Alisfrøði er býtt upp í ein ástøðiligan part og ein verkligan part. Verkligi parturin snýr seg um at gera mátingar og eygleiðingar, fyri at finna ein samanhang. Ein týðandi partur av undirvísingini fer sostatt við at arbeiða við alskins mátitólum, sum til dømis tummastokki, hitamátara og uri og at gera talgildar mátingar av eitt nú ljóði, magnetismu og radioaktiviteti. Videoanalysur verða eisini nýttar. Verkligi parturin kann ikki standa einsamallur. Hann skal viðgerast og setast í ein ástøðiligan samanhang, har frymlar og grafar koma uppí leikin. Endamálið er at skilja hendan samanhangin og at vísa innlit  við skrivligum royndarfrágreiðingum.

Alisfrøði A-stig - Náttúrubreyt

Les námsætlanina fyri alisfrøði A-stig - Náttúrubreyt her

Alisfrøði A-stig - Tøknibreyt

Les námsætlanina fyri alisfrøði A-stig - Tøknibreyt her

Alisfrøði B-stig - Náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt

Les námsætlanina fyri alisfrøði B-stig - Náttúrubreyt og Fyrireikingarbreyt her

Alisfrøði B-stig - Tøknibreyt

Les námsætlanina fyri alisfrøðið B-stig -Tøknibreyt her

Alisfrøði C-stig

Les námsætlanina fyri alisfrøði C-stig her

Alisfrøði E-stig

Les námsætlanina fyri alisfrøði E-stig her