Onki úrslit

Biotøkni


Biotøkni er nýtsla av vitan og tøkni á livandi verum ella skipanir í livandi verum, við tí endamáli at framleiða vitan ella vørur/úrdráttir. Biotøkni byggir á vitan og tøkni í evnafrøði og lívfrøði. Fakið gevur grundarlag fyri at meta um týdningin av tøkniligu menningini fyri bæði tað einstaka menniskja og fyri loysn av vandamálum á globalum stigi. 

Á Glasi er biotøkni ein tvey ára gongd, sum byggir á evnafrøði C og Lívfrøði C. Í undirvísingini verður vitan frá lívfrøði og evnafrøði tvinna saman, og arbeiðshættir og teknikkir frá báðum hesum lærugreinum verða brúkt. Lærugreinin umfatar ymiskar greinir innan m.a. lívfrøði, evnafrøði, lívevnafrøði, mýlalívfrøði og biotøkni. 

Undirvísingin er tematisk og tekur støði í biotøkniligum spurdómum, ið hava týdning fyri dagligdagin og dagsins samfelag. Í undirvísingini verður í stóran mun lagt upp til, at næmingarnir sjálvir granska og kanna. Í biotøkni verður arbeitt nógv verkligt í starvsstovu. Somuleiðis verða vitjað á stovnum og virkjum. 

Kunngerðin

her