Onki úrslit

Byggitøkni

Byggitøkningur (Byggetekniker) er ein yrkisakademiútbúgving, sum tekur 2 ár.

Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, hjá virkjum, ið framleiða byggitilfar ella t.d. hjá ráðgevandi arkitektum/verkfrøðingum, ella til framhaldslestur til bachelorútbúgvingina, Byggifrøðing í Danmark.

Útbúgvingin er á sama støði sum tann danska útbúgvingin, byggetekniker. Glasir hevur tætt samstarv við VIA University í Horsens og eina samstarvsavtalu sum tryggjar støði.

Útbúgvingin er fyrsta 1 1/2 árið av bachelorútbúgvingini, byggifrøðing, ið fevnir um 2 ára lesna aftrat. Av hesum tveimum árunum, er nú møguleiki at taka síðsta árið í Føroyum. Næstsíðsta hálvár eru lesandi í starvsvenjing og síðsta hálvár er endaliga verkætlanin, sum skal skrivast.
Hetta kann gerast í Føroyum, har lesandi hava sín vegleiðara á Glasi. Próvtøkan fer fram í Føroyum, saman við donskum og føroyskum próvdómarum.

Upptøkukrøv
  • miðnámsútbúgving (Student, HH, HT, HIF, HF, SIT 2.støðisár, o.a.)
  • handverksútbúgving (húsasmiður, snikkari, múrari, elektrikari o.a)

Meira fæst at vita við at senda ein fyrispurning til Johan Eli Ellendersen, deildarleiðara á jee@tek.fo ella ringja til skúlan á 738050

Faldari

Faldari fyri útbúgvingina Byggitøkni

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.