Enskt
Enskt er tað málið, ið umframt at vera móðurmál hjá stórum parti av heiminum, eisini verður nýtt at samskifta við í stóran og alsamt vaksandi mun. Á Glasi leggja vit dent á at menna førleikan at tosa og skriva enskt og at hetta verður gjørt samstundis sum vit menna førleikan at viðgera tekstir av ymiskum slagi gjølla og kritiskt, herundir skaldsøgur, stuttsøgur, filmar, talur, blaðgreinar, o.s.fr. Mállæra er eisini ein partur av hesum arbeiði. Harafturat fært tú størri innlit í viðurskifti í enskmæltum økjum.
Les námsætlanina fyri enskt A-stig her
Les námsætlanina fyri enskt B-stig her
Les námsætlanina fyri enskt C-stig her