Evnafrøði
Evnafrøði er læran um teir grundleggjandi byggjusteinarnar í náttúrini – grundevnini, og um hvussu hesi binda seg saman til føst evni, vætu og gass, ið forma lív og alt annað vit kenna. Tað er eisini læran um hvussu hesi evni kunnu umgerast við ymiskum evnafrøðiligum reaktiónum.
Í undirvísingini verður dentur lagdur á hvussu grundevnini binda seg saman til mýl og onnur evnafrøðilig sambond. Arbeitt verður við nógvum ymiskum sløgum av evnafrøðiligum reaktiónum og hvønn týdning tær hava fyri lívið og gerandisdagin hjá okkum menniskjum. Vitan um evnafrøði kann m.a. brúkast til at greina, skilja og meta um nógvar ymiskar spurningar og evni, sum eru viðkomandi fyri dagsins samfelag, t.d. orku og útlát, framleiðslu og trygga nýtslu av heilivági, og eisini at optimera framleiðslu, har evnafrøði er partur av tilgongdini.
Í evnafrøði verður arbeitt nógv verkligt í starvsstovu. Somuleiðis verða vitjanir gjørdar á stovnum og virkjum.