Onki úrslit

Fornaldarfrøði

Innihaldið í lærugreinini fornaldarfrøði er grikska og rómverska mentanin, sum hon hevur ment seg í tíðarskeiðnum 700 f.Kr. – 500 e.Kr.

Vit arbeiða við grikskum og rómverskum bókmentum og læra um hvørja ávirkan hesir tekstir hava havt á okkara søgu og samtíð. Vit  lesa ymisk tekstasløg, fyrst og fremst brot úr Homerisku kvæðunum, tveir harmleikir, og dømi úr søguskriving, heimspeki og retorik. Serligur dentur verður í hesum høpi lagdur á ávirkanina frá grikskari heimspeki og rómverskari rættarhugsan á samfelagið í vesturheiminum í dag.

Eisini læra vit høvuðseyðkennini í grikskari og rómverskari listarsøgu, serliga bygningslist, standmyndir, vásamálningar, mosaikkir og veggjamálningar. Í so stóran mun sum til ber verða tekstir lisnir, sum eru týddir til føroyskt, við einstakum dømum á donskum.

Fornaldarfrøði C-stig

Les námsætlanina fyri fornaldarfrøði C-stig her