Fotografi
Fotografiin speglar okkara samtíð, fortíð og framtíð á ein hátt sum eingin annar miðil ger. Hvussu vit skilja og minnast tað, ið undanfarið er, og hvussu vit sjálv fara at verða fatað av tíðini eftir okkum.
Ongantíð hava fólk fotograferað so nógv sum í dag. Ein kollveltandi broyting er hend innan hesa sergrein, soleiðis at hon nú er lætt atkomulig hjá øllum. Hetta ger, at hon bæði er við til at staðfesta, men eisini skeikla okkara veruleika.
Uttan mun til hvørjum tóli myndin er tikin við, ella hvørjum palli hon er víst á, so er tað ein veruleiki, at fotografiin broytir okkara fatan av tí, ið hendir rundan um okkum. Sum listagrein og miðil hevur fotografiin havt stóra ávirkan bæði á heimssøguna og einstaklingin, og hon er viðurkend fyri at hava alstóran týdning – bæði samfelagsligan og persónliga í lýsingahøpi, og seinstu árini eisini sum listagrein.
Les námsætlanina fyri Fotografi C-stig her