Franskt
Franskt er altjóða mál og høvuðsmál í Fraklandi, Belgia, Sveis, Luxemburg og Monaco umframt í fleiri afrikonskum londum so sum Senegal, Niger og í Quebec í Kanada.
Franskt er alment mál í 32 londum og verður talað av umleið 220 mió. fólkum.
Undirvísingin í fronskum hevur til endamáls:
- at menna førleikar næmingsins at ogna sær franskt mál sum samskiftismiðil
- at menna málsligu vitan næmingsins um franskt mál og mentan
- at menna lesi- og skriviførleikar næmingsins á fronskum
- at geva næminginum førleika umrøða og viðgera tekstir á fronskum
- at geva næminginum innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har franskt verður talað.
Talaða málið
- Næmingurin skal læra:
- at orða seg og samskifta týðiliga
- at greiða frá kendum evnum og tekstum
- at nýta fastar orðingar og vendingar
- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í talu ella samrøðu um gerandisevnir
- at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt
Skrivaða málið
- Næmingurin skal læra:
- skrivliga at greiða frá á einføldum og greiðum máli um kend evni
- at samskifta skrivliga t.d. við KT um gerandisevni
- at nýta tvímálsligar orðabøkur og grundleggjandi mállærutilfar
- at nýta KT og aðrar miðlar