Onki úrslit

Hár

Hárfríðkari

Hárfríðkanarútbúgvingin er ein sera spennandi og avbjóðandi útbúgving.

Hárfríðkarar fáast sjálvandi mest við hárviðgerð, men læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað inniber at reka eitt virki; so sum búskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað.
Arbeiðið er fjølbroytt, tí mótin skiftir sera ofta.
Hárfríðkarar starvast mest á hárstovum, tó eisini innan films- og sjónleikaraheimin og á sjónvarpsstøðum. Eisini fáast tær við ymiskt skeiðvirksemi innan okkara fak. Okkara 4. ára útbúgving er høgt í metum her og uttanlanda og hava okkara lærlingar lætt við at fáa arbeiði, hvar um í heiminum vit fara.

 

Lýkur tú krøvini?

Fyri at byrja á 1. og 2. eind á hárfríðkanardeildini krevst, at tú hevur fráfaringarroynd fólkaskúlans. Fyri 2. eind krevst eisini, at 1. eind er staðin ella SIT prógv eftir gomlu skipanini.

Fyri at taka 3. eind og sveinaroynd krevst, at tú hevur skrivað sáttmála við ein góðkendan lærumeistara og at tú hevur staðið 1. og 2. eind.

Lærugreinar og fakligir tættir

Hárvask v/hárbotnsmassagu: Næmingarnir læra at analysera hár og hárbotn og velja sjampo og onnur evnir út frá analysuni. Tey læra at vaska hár og at geva hárbotnsmassagu.

Klippiteknikk v/tekning: Næmingarnir læra ástøðina innan klipping. Næmingarnir læra at klippa harra- og damuhársnið og at tekna klippingarnar.

Langt hársuppsetan: Næmingarnir læra at arbeiða við langum hári og at seta langt hár upp.

Frisering: Næmingarnir læra at seta hárið við ymiskum friseringsteknikkum, so sum at føna, rulla upp og jarnkrúlla. Hetta er bæði á damu- og harrahøvd.

Liting og permanent: Næmingarnir læra at lita og permanenta á dukkum og modellum.

Evnafrøði: Næmingarnir læra um tey kemisku evnini, sum ein frisør arbeiðir við, so sum permanent og liting. Tey læra eisini um evnir, sum eru í frisørheiminum og hvussu tey skulu handfara tey.

Make-up og manicure: Næmingarnir læra at leggja make-up og at geva manicure. Næmingarnir læra eisini at lita brýr og vippur.

Ástøði: Aftanfyri øll tey verkligu fakini liggur altíð ein ástøði, sum næmingarnir skulu læra. Næmingarnir læra eisini ástøðina innan hár, hárvøkstur og hvussu hárið er uppbygt.

Verkætlan

Næmingarnir gera eina verkætlan, har fleiri av fakunum innganga. Tema kann td. vera: brúður, árstíðirnar, eina instruktiónsvideo, modellir frá ymiskum tíðarskeiðum og m.a. Her sleppa næmingarnir at royna sítt hugflog og síni skapnandi (kreativu) evni. Eisini hava næmingarnir verið við til at gjørt hár og make-up til ymiskar stórar sangleikir.

Næmingarnir hava eisini føroyskt, enskt og virkisbúskap á E-støði.

Næmingarnir fáa eisini frálæru í fyrstuhjálp og eldsløkking.