Onki úrslit

Heimspeki

Heimspeki viðger allar yvirskipaðar spurningar í tilveruni. Heimspeki kemst av undran og tráan eftir innliti í øll lívsins viðurskifti; tað er ein leitandi hugsanarháttur, har endmálið er at seta tann góða spurningin heldur enn tað rætta svarið. Heimspeki gevur tær hugtøk og ástøði, sum ger, at tú lærir at skilja, kritisera og próvføra fyri tínum sjónarmiðum – og sjónarmiðum hjá øðrum – á einum fakligum støði.

Tú lesur faktekstir um høvðusrákini innan heimspeki og upprunatekstir eftir heimspekingum. Stóra avbjóðingin hjá tær er at seta teg inn í heimsfatanina hjá mætastu heimspekingum í evropeiskari hugmyndasøgu (upprunatekstir) og samstundis duga at greina og viðgera hesar hugsanir (faktekstir). Hetta stimbrar sjálvstøðuga og kritiska hugsan, og er hetta tað týdningarmiklasta amboðið, ið tú kanst nýta restina av lívinum.

Krøvini til at lesa heimspeki er eitt opið sinn, brennandi forvitni og eina sunna skepsis.

Heimspeki B-stig

Les námsætlanina fyri heimspeki B-stig her

Heimspeki C-stig

Les námsætlanina fyri heimspeki C-stig her