Onki úrslit

Innovatión

Innovatión er samfelagsfrøðilig lærugrein, ið fevnir um vitan um uppfinning, nýskapan og útbreiðslu. Lærugreinin gevur vitan um hugskotsmenning og nýskapan, og hvussu nýskapan kann verða brúkt til vinnulig endamál.  Næmingurin lærir at skapa, menna og meta um virkishugskot og meta um innovatión í sambandi við kappingarføri. Hann lærir at gera virkisætlan, sum inniheldur hugskotsgrundarlag, mál, heildarætlan og annað. Næmingurin fær eina fatan av, hvønn týdning starvsfólk, toymi og samanseting av toymum hava fyri innovativt virksemi.

Lærugreinin gevur vitan um mannagongdir frá hugskotsmenning til sølu og marknaðarføring bæði í privatum og almennum virkjum, umframt vinnuligum og ikki-vinnuligum virkjum. Næmingarnir læra at arbeiða við nýskapan í nýggjum og virkandi fyritøkum og almennum stovnum.

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin mennir handilsligt virkisfýsni, evni til at meta um váða, og evni til at brúka skipaðan arbeiðshátt til at fremja nýhugsandi verkætlanir og stovna nýggj virki í einum altjóða búskapi. Harumframt er endamálið, at næmingurin mennir síni evni til at arbeiða við vitan og nýhugsandi arbeiðshættum í veruleikakendum verkætlanum.

Her greiðir Herman Winther, sum hevur haft fakið Innovatión, frá um luttøkuna í altjóða kappingini ‘Young Enterprise’, sum á føroyskum eitur ‘Ungt Virki’:

Innovatión B-stig

Les námsætlanina fyri innovatión B-stig her

Innovatión C-stig

Les námsætlanina fyri innovatión C-stig her