Onki úrslit

Ítróttur og heilsa

Ítróttur og heilsa snýr seg um kropsliga íðkan og at læra um týdningin, ítróttur og heilsa hava fyri teg, samfelagið og okkara mentan. Vit læra ítróttarkynstur, har rørslugleðin er sett í hásæti og vit royna ymiskar rørslumøguleikar. Í undirvísingini hava vit eisini ástøði frá náttúru-, heilsu- og samfelagsvísindum, umframt hinum hugvísindaligu økjunum.

 

Ítróttur og heilsa C-stig

Ítróttur á C-stigi er felagslærugrein fyri øll í fyrsta flokki. Fakið er ikki próvtøkufak, og karakterurin telur fult í endaliga ársmetinum. Rørsla er altavgerandi fyri heilsuna, og tí verður serligur dentur lagdur á tann praktiska partin. Teoriin verður tikin fram í samband við evnini, sum undirvíst verður í. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir fáa royndir í fleiri ymiskum ítróttagreinum: liðítróttum, einstaklingaítrótttum og rørslum gjørdar til musikk. Serlig næmingaynski um evni verða tikin við alt eftir møguleikunum, skúlin hevur.  Vanliga verður undirvíst í hvørjum evni fyri seg um leið ein mánað ísenn.

Námsætlan til Ítrótt og heilsu á C-stigi

Les meira um námsætlanirnar í fakinum her

Námsætlan til Ítrótt á B-stigi