Onki úrslit

Klædnaatstøði

Klædnaatstøðingur er ein 2 ára grundútbúgving til tín, ið ynskir at nýta tíni skapandi evni innan mótaheimin. Hetta er ein spennandi og kreativ útbúgving, har tú fær hollan kunnleika innan klædnaframleiðslu. Vit arbeiða m.a. við sniðgeving, seyming, konstruktión og mótasøgu.

Sum útbúgvin Klædnaatstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til Klædnahandverkara og Designteknolog. Tú kanst eisini velja at arbeiða á seymistovu ella gerast sjálvstøðug/ur vinnurekandi o.a.

Fyri at byrja útbúgvingina krevst, at tú hevur fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Almennar lærugreinar

Enskt C

Myndlist C

Føroyskt C

KTS C (Kunningar, samskiftistøkni og sniðgeving)

Støddfrøði C

Stílmenning C

Yrkislærugreinar

Framleiðslumenning
Í framleiðslumenning lærir næmingurin at framleiða egið plagg. Fylgt verður við gongdini frá arbeiðstekning til lidna framleiðslu. Her skal næmingurin sjálv/ur verða sniðgevin og hugt verður afturum lidna klædna plaggið, hvussu alt hongur saman og hvussu snøgg uppgávan er loyst.

Dokumentatión
Næmingurin lærir at vísa stig fyri stig, hvussu ein vøruframleiðsla er uppbygd. Vit arbeiða við at skjalfesta alla framleiðslu við at gera modellkort, processlýsing, tekniskar tekningar, mátiskema, modelllýsing, góðskuyvirlit, operatión. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at næmingurin eftir lokna skúlagongd sjálv/ur dugur at seta eina vøru í framleiðslu í Føroyum ella uttanlanda.

Maskinhandfaring
Vit gera ymisk klædnapløgg og aðrar seymi venjingar. Næmingurin lærir at velja røtt amboð og tól til at fremja arbeiðsuppgávurnar. Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir at viðlíkahalda øll vanlig maskinamboð.

Vøruframleiðsla
Skúlin hevur fingið størri bíleggingar av klæðum frá millum annað Bakkafrost og Tryggingarfelagnum Føroyar, umframt at allir búnarnir til sangleikirnar hjá miðnámsskúlunum verða framleiddir á skúlanum. Størru bíleggingarnar geva næmingunum royndir í at hópframleiða ein vøru.

Í undirvísingini verður vitjað á viðkomandi fyritøkum, so næmingurin fær eitt betri innlit í, hvussu vinnan arbeiðir í sambandi við vøruframleiðslu.

Modellkonstruktión
Næmingurin lærir at taka mát og út frá hesum gera grundleggjandi mynstur og at evna til út frá egnari sniðgeving. Eisini arbeiða vit nógv við at modelmenne ymiskt mynstur út frá eini undirvísingar grundbók.

Mynsturmenning
Næmingurin lærir hvussu mynstur verður uppbygt 1:1

Tilfarslæra
Næmingurin fer á eina spennandi ferð har lært verður um alskins klædna tilfar. Vit fara í dýbdina á tí einstaka tilfarinum og hyggja eftir hvussu tað er sett saman og hvat tað kann brúkast til. Í samband við verkætlanir skal næmingurin duga at hyggja at tilfarinum og vísa á, hvussu vøran skal handfarast.

 

Myndir frá arbeiði hjá næmingum