Landafrøði
Landafrøði gevur vitan um náttúruna og okkara samspæl við hana – bæði tað jaliga og tað neiliga. Við at títt innlit í náttúru- og samfelagsskapt viðurskifti verður størri, verður tú ment/ur til at vera ein virkin borgari í samfelagnum.
Við vitanini í landafrøði sum grundarlagi, mennast evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til viðurskifti bæði her heima og úti í heimi. Evni, sum verða viðgjørd kunnu millum onnur verða: jarðskjálvtar, tsunami, jarðfrøði, eldgos, veðurlæra, demografi, stórbýir, burðardygd, ferðavinna, fiskivinna, menningarlond, globalisering, heimshandil og framleiðsla. Afturat hesum kunnu aktuellar hendingar viðgerast í undirvísingina, um talan so er um náttúruvanlukkur, veðurlagsbroytingar ella fráflyting.
Ein týðandi partur av lærugreinini landafrøði er at fara út í náttúruna at eygleiða tað, undirvíst verður í.