Onki úrslit

Leiklist

Leiklist er lærugreinin, har tú lærir at bera fram søgur og sansa upplivingar við kroppi, rødd og leikpalli. Tú fært venjingar í improvisatión, ymsum sjonleikarteknikkum og arbeiðir við rørslu og rødd innan sjónleik. Tú lærir at skapa áhugaverdar og spennandi framførslur við at brúka ymiskar dramatiskar myndlar. Leiklist er listarligar pallsetingar av sansa ávirkan, eygleiðingum og frásagnum um okkara samfelag, okkara dagligdag og tað at vera saman sum menniskju. Um hvussu lívsumstøðurnar vóru fyrr og hvussu tær eru nú. Tað verkliga og ástøðiliga arbeiðið fylgist, og á henda hátt fært tú eisini innlit í evropeiska sjónleika søgu – og ástøði. Tú kannar hvussu tilber við ljósi og ljóði at ávirka huglagið i rúminum. Í leiklist mennist tú sum einstaklingur og fært felagskenslu við samspæli og samveru við onnur. Tú lærir grundreglur fyri skapandi menning og at menna verkætlan frá hugskoti til lidnan leik.

Á Glasi verður leiklist boðin fram sum listalærugrein á C- stigi á fyrsta ári, og sum vallærugrein á C-stigi og B- stigi.

 

 

Leiklist á B-stigi

les námsætlanina fyri Leiklist á B- stigi her

Leiklist á C-stigi

Les námsætlanina fyri Leiklist á C-stigi her

Myndir frá framførslum í leiklist