Onki úrslit

Mentanarfatan

Endamálið við lærugreinini er í stuttum at geva tær eina fatan av egnari mentan og virðing fyri hugsjónum og siðvenjum hjá øðrum mentanum og læra at samskifta tvørtur um mentanarmørk. Frálæran fevnir um mentanarligt ástøði og gevur tær amboð at greina og tulka ymisk mentanarlig fyribrigdir.

Vit arbeiða bæði ástøðiliga og praktiskt við mentan í breiðum týdningi og við tí tjóðarliga og altjóðarliga. Vit hyggja eftir, hvørji viðurskifti hava týdning fyri bæði mentan og samleika, hvussu ein mentan mennist og broytist og vit samanbera við aðrar mentanir. Vit kanna nærri, hvat skal til fyri at samskiftið við aðrar meiri fjarskotnar mentanir heppnast. Vit hyggja eftir ávísum vinnugreinum og samfelagsviðurskiftum, har møti við aðrar mentanir er serliga týðandi partur.

Í mentanarfatan C er endamálið, at tú mennir evnini at samskifta í egnari mentan og millum mentanir.  Viðgerðin av mentanarligum gongdum mennir møguleikarnar at virka í einum heimi við mentanarligum margfeldi. Vitan og fatan av mentanarligari broyting verður eisini ment.

At røkka endamálinum verður ymiskt ástøði um mentan og hugtøk til mentanarligt greiningarvirksemi lært. Síðan verður hetta nýtt í viðgerð av evnum innan økið, herundir evnir, ið merkja samfelagskjakið. Tilfarið er sera fjølbroytt t.d. filmar, greinir, myndir og framsýningar.

Mentanarfatan B-stig

Les námsætlanina fyri mentanarfatan B-stig her

Mentanarfatan C-stig

Les námsætlanina fyri mentanarfatan C-stig her