Onki úrslit

Miðlakunnleiki

Sum einasta lærugrein á miðnámi hevur miðlakunnleiki livandi myndir og miðlar sum sína kjarnu. Vit arbeiða bæði ástøðiliga og praktiskt við filmi, sjónvarpi og miðlum. Í ástøðiliga partinum arbeiða vit við úrvaldum evnum, sum kunnu fevna um m.a. tíðindi, dokumentar, sjónvarpsrøðir, filmtemu, lýsingar, viral videobrot og tónleikavideo. Í undirvísingini síggja vit eina røð av dømum í valdu evnunum og greina tey við støði í ástøði um filmsmál og ymisk frásøguamboð. Í praktiska partinum av undirvísingini læra tit um framleiðslugongdir og royna tykkum í ymsum leiklutum, tá tit sjálvi gera upptøkur: Hvussu skrivar tú handrit, teknar storyboard, nýtir myndaskurðir og filmsálið? Hvussu brúkar tú útgerðina (kamera, ljóð, ljós, klipping) best? Tit enda árið við at gera próvtøkuverkætlan.

Miðlakunnleiki B-stig

les námsætlanina fyri miðlakunnleika B- stig her

Miðlakunnleiki C-stig

 

Les námsætlanina fyri miðlakunnleika C-stig her