Onki úrslit

Myndlist

Myndastreymurin í nútíðini er at kalla óendaligur og vit lesa myndir í dag mest sum av handahógvi, uttan at gera okkum far um hví ella hvussu, vit lesa tær. Í hesum sambandi er lærugreinin, myndlist, serstakliga góð, tí her gongur undirvísingin út uppá at gerast tilvitað/ur um myndamál, bæði við at viðgera myndir og við at skapa tær. Lærugreinin myndlist er sostatt skipað bæði sum praktisk og ástøðilig lærugrein. Við at síggja myndir, vitja framsýningar og við at skapa myndir sjálvi, gerast vit meira tilvitað um myndamál, fagurfrøði og um listasøgu. Myndagreining er sostatt ein  høvuðstáttur í myndlist. Sum kunnugt er tað at duga at greina myndir ein førleiki, sum er serstakliga brúkiligur í okkara sjónbæru tíð – eisini í øðrum lærugreinum. Skapandi parturin av lærugreinini fyllir nógv í dagligu undirvísingini, sum er sera fjølbroytt og stuttlig. Her sleppa tit at royna tykkum í øllum hugsandi kreativum tøknum; at tekna, mála, klippa kollasjur, skera og prenta grafiskar myndir og at evna leirfigurar m.a.

 

 

Myndlist B-stig

Les námsætlanina fyri myndlist B-stig her

Myndlist C-stig

Les námsætlanina fyri myndlist C-stig her