Onki úrslit

Samfelagsfrøði

Hvørjar eru orsøkirnar til broytingar í samfelagnum? Hetta er grundleggjandi spurningar, sum samfelagsfrøðin arbeiðir við.

Samfelagsfrøði gevur innlit í hvussu samfelagið virkar, so tú millum annað verður betri før/ur fyri at taka avgerðir, skilja ímillum ymsu meiningar og at luttaka í samfelagnum. Lærugreinin hevur fýra øki.

Í sosiologi arbeiða vit við, hvussu menniskjað verður ávirkað av samfelagsmenningini. Familjan, sosialur arvur, sosialisatión, mentan o.s.fr. eru kjarnuøkir í hesi lærugrein. Í politikki arbeiða vit m.a. við veljaraatburði, politiskum skipanum, politiskum flokkum, ideologum og hvussu politiskar avgerðir ávirka menniskjað í samfelagnum. Í búskapi verður arbeitt við búskaparligum rensli, búskaparpolitikki, føroyskum búskapi, búskaparligari stýring og altjóða búskap o.s.fr.

Á A-stigi, fært tú harumframt eisini altjóða politikk, sum í stuttum fevnir um, hvussu altjóða skipanin er grundað á tjóðir (statir), felagsskapir sum t.d. ST, ES, handilsfelagskapir o.s.fr. og fevnir eisini um valdsviðurskiftini millum stórveldini og broytingarnar í altjóða skipanini.

Samfelagsfrøði A-stig

Les námsætlanina fyri samfelagsfrøði A-stig her

Samfelagsfrøði B-stig

Les námsætlanina fyri samfelagsfrøði B-stig her

Samfelagsfrøði C-stig

Les námsætlanina fyri samfelagsfrøði C-stig her

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.