Serbreyt
Á Serbreytini kunnu næmingar við serligum tørvi – t.d. menningartarni, autismu, tarni í kognitivu, sosialu ella talu/lesiførleikum – royna handverksyrkið á serbreyt í miðnámsskúlaskipanini á Glasi í Smiðjugerði. Undirvísingin verður lagað til einstaka næmingin og skipað í smáum bólkum. Hesin næmingabólkur, sum ikki vanliga hevur havt somu møguleikar sum onnur, verður nú vónandi ein sjálvsagdur og virdur partur av miðnámsskúlaskipanini.
Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi varð handað Landssyrinum í 2015. Tilmæli kann lesast her