Smiðja (metall)
Metalútbúgvingarnar við sergrein í útbúgvingini innan metal læra teg grunnleggjandi smiðju- og maskinarbeiði. Sergreinirnar innan metal eru maskinsmiður, kleinsmiður, rustfastur kleinsmiður, rørsmiður, rør- og blikksmiður og sveisari.
Niðanfyri finnur tú eina meira nágreiniliga skilgreining av teimum ymisku smiðju útbúgvingunum:
Fínstálsmiður arbeiðir við stáli, og uppgávurnar kunnu t.d. vera at framleiða eitt nú trappur, stigar, lás og portur burturúr stáli.
Eisini kann ein fínstálsmiður luttaka í størri uppgávum so sum at byggja vindmyllur og brýr.
Sveisiarbeiði er ein vanligur partur av arbeiðsdegnum, og undir útbúgvingini eru møguligt at taka prógv í sveising.
Í útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metalli, og hvussu tað kann formast. Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymisku uppgávurnar.
Tú fært grundleggjandi vitan um at viðgera metal. Tú lærir at gera tilskeringar í plátur og rør, at montera lutir, maskinur og installatiónir og at viðlíkahalda framleiðslutól. Harumframt lærir tú at yvirflatu- og eftirviðgera metal og annað tilfar.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)Útbúgvingarlongd: 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnarEftir lokna útbúgving: SveinabrævÚtbúgvingarheitir: Fínstálsmiður – fyrr eisini Kleinsmiður og Plátu- og konstruktiónssmiður
Bygnaður av útbúgving:
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:
Rustfastur fínstálsmiður lærir at sveisa, bora, skera og sum heild viðgera rustfrítt tilfar, og tú fert eitt nú at framleiða kassar og rørskipanir úr rustfríum tilfari.
Undir útbúgvingini tekur tú eisini prógv í sveising.
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar/Danmark (1. og 2. skúlaskeið kunnu takast á Glasir)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Útbúgvingarheitir: Rustfastur fínstálsmiður – fyrr eisini “rustfastur kleinsmiður”
Bygnaður av útbúgving:
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:
Rør- og blikksmiður fæst við at gera og røkja vatn-, hita-, gass- og ventilatiónsinnleggingar í eitt nú sethúsum og virkjum.
Tú gert tunnplátusamankomingar við at sveisa úr aluminiumi, stáli og rustdyggum tilfari, at lodda, klinka o.a., og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum í einari samlaðari framleiðslu.
Eisini fert tú at seta HVS-stýrisskipanir upp og geva vegleiðing, umframt at røkja, umvæla, taka mát og gera inndekningar innan yrkið.
Útbúgvingarheitir: Rør- og blikksmiður (Rørsmiður og/ella Blikksmiður)
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Bygnaður av útbúgving
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:
Sveisari arbeiðir við at gera tilskeringar og tilevna rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir.
Eisini fæst ein sveisari við einfaldar framleiðsluuppgávur, bæði handaligar og við maskinum, og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum.
Aðrar uppgávur eru eitt nú at røkja amboð og viðgera yvirflatur úr metalli og øðrum tilfari, og at leggja tilrættis samansettar sveisiuppgávur.
Útbúgvingarheitir: Sveisari
Skúlagongd: Føroyar (1. skúlaskeið kann eisni takast á Glasi )
Útbúgvingarlongd: 2 ár 6 mánaðir
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi: