Onki úrslit

Søga

Søga er ein lærugrein, sum gevur innlit í søguligar hendingar, ið hava broytt søgugongdina. Endamálið er, at  fáa innlit í okkara mentanarliga arv og duga at nýta hesa vitan í nútíðini.

Arbeitt verður við ymiskum tíðarskeiðum m.a.  oldtíðarsamfeløgini, miðøldin, yvirgongdin frá landbúnaðarsamfelag til ídnaðarsamfelag og modernaða søgu. Hetta fyri at geva næminginum innlit í bæði søguligar gongdir og ávirkan og avleiðingar av einstøkum hendingum.

Søga er alment búnandi, og ein lærugrein, sum kann nýtast í gerandisdegnum. Spurningurin um, hvussu vit kunnu nýta søguna, er ein spurningur um søguligar samanhangir, og er hetta ein týðandi táttur í lærugreinini. Eitt høvuðsendamál er, at vit skulu verða før fyri at tulka og greina søgulig fyribrigdir við støði í kritiskari kelduviðgerð.

Søguligu gongdirnar verða býttar sundur í eldri, yngri og nútíðar søga. Dømi um eldri søgu eru eitt nú oldtíðin og miðøld, í  yngri søgu eru eitt nú framtøkan av tjóðskaparrørsluni, imperialisma, 1. veraldarbardagi, politiska og búskaparliga kreppan í 1930´unum,  og kalda kríggið, og nútíðarsøgan tekur støði í tíðarskeiðum, næmingurin sjálvur er partur av, eitt nú fíggjarkreppan í 2008.

Føroya søga  er av stórum týdningi fyri søguliga samleikan hjá næmingunum, og er tí eisini fastur táttur í undirvísingargongdini.

Søga A-stig

Les námsætlanina fyri søgu A-stig her

Søga B-stig

Les námsætlanina fyri søgu B-stig her

Søga C-stig

Les námsætlanina fyri søgu C-stig her

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.