Søga
Søga er ein lærugrein, sum gevur innlit í søguligar hendingar, ið hava broytt søgugongdina. Endamálið er, at fáa innlit í okkara mentanarliga arv og duga at nýta hesa vitan í nútíðini.
Arbeitt verður við ymiskum tíðarskeiðum m.a. oldtíðarsamfeløgini, miðøldin, yvirgongdin frá landbúnaðarsamfelag til ídnaðarsamfelag og modernaða søgu. Hetta fyri at geva næminginum innlit í bæði søguligar gongdir og ávirkan og avleiðingar av einstøkum hendingum.
Søga er alment búnandi, og ein lærugrein, sum kann nýtast í gerandisdegnum. Spurningurin um, hvussu vit kunnu nýta søguna, er ein spurningur um søguligar samanhangir, og er hetta ein týðandi táttur í lærugreinini. Eitt høvuðsendamál er, at vit skulu verða før fyri at tulka og greina søgulig fyribrigdir við støði í kritiskari kelduviðgerð.
Søguligu gongdirnar verða býttar sundur í eldri, yngri og nútíðar søga. Dømi um eldri søgu eru eitt nú oldtíðin og miðøld, í yngri søgu eru eitt nú framtøkan av tjóðskaparrørsluni, imperialisma, 1. veraldarbardagi, politiska og búskaparliga kreppan í 1930´unum, og kalda kríggið, og nútíðarsøgan tekur støði í tíðarskeiðum, næmingurin sjálvur er partur av, eitt nú fíggjarkreppan í 2008.
Føroya søga er av stórum týdningi fyri søguliga samleikan hjá næmingunum, og er tí eisini fastur táttur í undirvísingargongdini.