Onki úrslit

Sølubúskapur

Sølubúskapur er ein vinnubúskaparlig lærugrein, sum tryggjar tær nýggjastu vitan um sølu og marknaðarførslu. Tú mennir førleikarnar at lýsa, greina, meta um og taka støðu til sølubúskaparlig viðurskifti, ið eru umráðandi, tá ið vit skulu gera strategiskar greiningar av fyritøkum og taka skilagóðar avgerðir í sambandi við sølu og marknaðarførslu.

Lærugreinin fevnir m.a. um:

  • at gera marknaðarkanningar
  • at velja málbólk og meta um keypsatburð hjá privatum kundum og virkiskundum
  • at greina kappingarviðurskifti
  • at viðgera altjóðagerð, alheimsgerð og velja útflutningsmarknaðir
  • at kanna mentanina á útlendskum marknaðum
  • at taka støðu til vørudygd, prísáseting og marknaðarførslu
  • at arbeiða við talgildari marknaðarførslu

at leggja marknaðarstrategi og gera marknaðarførsluætlan.
Arbeitt verður bæði ástøðiliga og praktiskt við ítøkiligum føroyskum og útlendskum fyritøkum. Virkisvitjanir eru ein sjálvsagdur partur av undirvísingini.

Niðanfyri greiðir Elisabeth frá, hví hon valdi sølubúskap

Sølubúskapur A-stig

Les námsætlanina fyri sølubúskap A-stig her

Sølubúskapur B-stig

Les námsætlanina fyri sølubúskap B-stig her

Sølubúskapur C-stig

Les námsætlanina fyri sølubúskap C-stig her