Onki úrslit

Spanskt

Spanskt er almenna málið í Spania og 20 londum í Latínamerika. Harafturat verður spanskt nógv tosað í USA og í Filippinunum. Í dag tosa næstan 400 milliónir fólk málið, og tað mennist og veksur í hvørjum. Spanskt er heimsins 4. størsta mál aftaná kinesiskt, enskt og hindu. Lærir tú teg spanskt, kanst tú eisini klára teg uttan fyri ferðafólkamálini í Spania, og fert tú út um Europa, letur ein heilur heimur seg upp fyri tær. Tú kanst tosa við lossingarmenn í Mexico, hjálpa gøtubørnum í Colombia, læra at dansa tango í Argentina ella kjakast um kollvelting við taxasjaførin á Kuba.

Undirvísingin í sponskum hevur til endamáls:

  • at næmingurin lærir at lesa, tosa og skriva lætt spanskt
  • at næmingurin fær innlit í spanskt mál og spanska og latínamerikanska mentan og samfelagsviðurskifti

Síggj og hoyr Kristionnu Mortansdóttir greiða frá um hví tú skalt velja spanskt her.

Spanskt A-stig

Les námsætlanina fyri spanskt byrjan A-stig her

Spanskt byrjan B-stig

Les námsætlanina fyri spanskt byrjan B-stig her

Spanskt C-stig

Les námsætlanina fyri spanskt C-stig her

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.