Spanskt
Spanskt er almenna málið í Spania og 20 londum í Latínamerika. Harafturat verður spanskt nógv tosað í USA og í Filippinunum. Í dag tosa næstan 400 milliónir fólk málið, og tað mennist og veksur í hvørjum. Spanskt er heimsins 4. størsta mál aftaná kinesiskt, enskt og hindu. Lærir tú teg spanskt, kanst tú eisini klára teg uttan fyri ferðafólkamálini í Spania, og fert tú út um Europa, letur ein heilur heimur seg upp fyri tær. Tú kanst tosa við lossingarmenn í Mexico, hjálpa gøtubørnum í Colombia, læra at dansa tango í Argentina ella kjakast um kollvelting við taxasjaførin á Kuba.
Undirvísingin í sponskum hevur til endamáls:
- at næmingurin lærir at lesa, tosa og skriva lætt spanskt
- at næmingurin fær innlit í spanskt mál og spanska og latínamerikanska mentan og samfelagsviðurskifti
Síggj og hoyr Kristionnu Mortansdóttir greiða frá um hví tú skalt velja spanskt her.