Onki úrslit

Virkisbúskapur

Í virkisbúskapi fært tú innlit í búskapin hjá virkinum. Tú lærur, at raksturin av einum virki byggir á, at virkið nøktar ein tørv í samfelagnum ella uttanlands við at selja vørur og tænastur. Eisini lærur tú, at inntøkan, ið fæst av søluni, helst skal vera størri enn kostnaðurin, ið virkið hevur av at útvega ella gera hesar vørur og tænastur. Virkisbúskapur snýr seg um fíggjarliga stýring, ið er útvega vitan ella gera útrokningar fyri at vita, hvat loysir seg, og hvat ikki loysir seg, soleiðis at búskaparligar avgerðir verða so skilagóðar, sum til ber.

 

Virkisbúskapur A-stig

Les námsætlanina fyri virkisbúskap A-stig her

Virkisbúskapur B-stig

Les námsætlanina fyri virkisbúskap B-stig her

Virkisbússkapur C-stig

Les námsætlanina fyri virkisbúskap C-stig her