Les víðari á hægri námi á Glasi

Tann 1. august 2020 er freistin at søkja inn á HD, akademiútbúgvinina og diplomútbúgvingina í leiðslu á Glasi

Aftur í ár hevur Glasir fleiri spennandi útbúgvingar á skránni innan hægri nám. Fyri tey, sum koma av miðnámi, eru liðug at læra ella ynskja at útbúgva og menna seg víðari, bjóðar Glasir fýra útbúgvingar HD (grannskoðan, bankar, trygging, búskapur o.t.). Fyri tey, sum hava arbeiðsroyndir og ynskja at menna seg víðari eru akademiútbúgvingin og diplomútbúgvingin í leiðslu tað upplagda valið, har tú kanst sameina starv og útbúgving – og lesa víðari her í Føroyum. Afturat hesum trimum útbúgvingunum kemur byggifrøði, sum byrjar í januar 2021.

Í køssunum niðanfyri kanst tú lesa meira um útbúgvingarnar.

Umsóknarfreistin til HD, akademiútbúgving og diplomútbúgvingina í leiðslu er 1. august 2020.

Tú kanst søkja inn á allar hesar útbúgvingar nú, her.