Frøin var stór, tá byggifrøðin kom til Føroya fyri nøkrum árum síðani. Nú kanst tú eisini gerast partur av frøini, tí nýggjur flokkur byrjar á Glasi 1. februar 2023.

FREISTIN AT SØKJA ER 15. JANUAR 2023

Føroyar byggja sum ongantíð fyrr, og byggivinnan skríggjar eftir byggifrøðingum, so lønin er góð í løtuni. Men fyri at gerast partur av hesum, mást tú fyrst taka útbúgvingina á Glasi. Um tú byrjar nú í februar, kanst tú tørna út sum nýklaktur byggifrøðingur á sumri 2026.

Byggifrøði er fulltíðarlesnaður og útbúgvingin tekur 3½ ár, tá er praktikkin og bachelor uppgávan íroknað. Tú far hægsta lestrarstuðul; meðan tú ert undir útbúgving. Útbúgvingin er soleiðis samansett, at tú arbeiðir bæði við ástøði og í verki. Nógvar verkætlanir og minst ein góð verkætlanarferð eru partur av útbúgvingini.

Upptøka og treytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina Byggifrøði krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  1. gymnasiala miðnámsútbúgving ella
  2. handverkaraútbúgving – eitt nú húsasmiður, snikkari, múrari ella elektrikari.

“Ein byggifrøðingur er sum ein høgguslokkur í sínum arbeiði, tí hann skal virka innan fleiri øki og fáa hesi øki at samstarva. Á einum nýmótans byggiplássi, hava vit arkitektar, verkfrøðingar og arbeiðstakarar (entreprenørar), sum allir hava sínar uppgávur at loysa. Byggifrøðingurin skal stýra og halda kós í hesum spenningsøki og fáa allar partar at samskifta og samstarva.”