Til upplatingina av framsýningini LISTAVÁR fríggjadagin 3.mai helt Kinna Poulsen, myndlistalærari røðu:
“Hjartaliga vælkomin til okkara várlistatiltak á Glasi, har vit varpa ljós á avrikini hjá næmingunum í myndlist B og tónleiki B – vælkomin til landsstýriskvinnuna í skúlamálum, fantastiskt, Hanna, at tú kundi koma við so stuttum skotbrái; tað gleðir okkum nógv.
Tá várið kemur vendur ljósið aftur og tað er líka einastandandi lívsjáttandi á hvørjum ári – í øllum førum inntil mann uppdagar hvussu skitnir rútarnir eru. Og sum William Heinesen skrivar einastaðni, so fer ljósið altíð at vinna á myrkrinum – sjálvt í allardøkkasta skoti má bølamyrkrið víkja. Tí hatta er ein íbúgvandi eginleiki hjá ljósinum; at lýsa á okkum og avdúka allar rivur og allar skitnar veikleikar. Og tað kann vera ein ørkymlandi tanki soleiðis at standa avdúkað. Eg giti, at tílíkar hugsanir plága nógv her á skúlanum fyri tíðina, tí próvtøkur og royndir standa fyri framman. Eg minnist hvussu tað var, tá eg sjálv gekk í Hoydølum og helt, at hvør einasta roynd og próvtøka bara vóru til fyri at staðfesta, at eg var púra hopleys. Nú, tá eg eri lærari og standi í hinum endanum veit eg, at eisini eg og próvdómarin halda við næminginum og ynskja, at próvtøkan skal ganga væl.
Ein framsýning sum hendan er eins og tónleikaframførslur eisini eitt slag av avdúking, at mann stendur fram og tað krevur dirvi. Góða eydnu við próvtøkunum og hjartaliga til lukku, góðu næmingar – ikki bara við avrikinum, men eisini við dirvinum at sýna tað fram. At enda vil eg takka tykkum, sum hava hjálpt – Unn og Eydna, takk fyri hjálp og stuðul og takk eisini Jógvan og Arni fyri hjálp við tí praktiska. Nú fara vit at hoyra tónleikaholdið syngja – tit eru vælkomin at fáa tykkum av hesum góða, meðan tit lurta.”
Um tiltakið LISTAVÁR:
Myndir og tónar á Glasi
Fríggjadagin 3.mai kl.13.45 verður ein forkunnug framsýning/tónleikaframførsla hjá næmingunum, sum hetta skúlaárið hava havt ávikavist myndlist og tónleik á miðstigi.
Myndlistaholdið telur fjúrtan næmingar og samansetingin er rættiliga fjølbroytt við tað, at næmingarnir ganga á Búskaparbreyt, Hugbreyt, Náttúrubreyt og Serbreyt. Saman hava vit havt eitt áhugavert ár, har vit hava sameint greining og listasøgu við egnar royndir. Umframt hetta hevur hvør næmingur arbeitt stjálvstøðugt við eini listarligari verkætlan og hesar verða eisini framsýndar. Talan er um vatnlitamyndir, steinskulptur, tekning, abstrakt málarí og leirverk, ið evnisliga snúgva seg um menniskju og náttúru; um vøkur landsløg, um litir og skap í abstraktum formatiónum og um óvæntaðar støður sum tá nakrar superhetjur tykjast vera lendar í føroyska landslagnum. Skálkabrosið hómast eisini í einum leirverki har ein grísur møguliga fer á flog og har skroypiligir rósufigurar minna á truplu umstøðurnar hjá býflugunum. Ein samfelagskritisk mynd krevur, at vit heldur síggja menniskjað enn bara diagnosuna, og so eru fleiri verk koloristisk, t.d. nakrar vakrar stjørnuglampandi náttarmyndir og nakrar litfagrar djóralýsingar. Kærleikin er ljósareyður í eini standmyndarøð, meðan ein alvarelmyndarøð tulkar ymisk hugløg í skiftandi litum. Tann eina er ísblá og gentan á myndini er í húgvu og turriklæði. Hendan myndin er teknað og málað tann dagin, tá tað var ísakalt á Glasi. Ein onnur er myrk og reydlig, her er gentan óð, á einari aðrari mynd er hon glað. Sostatt fevnir framsýningin bæði gott og ringt, fitt og ljótt, stuttligt og álvarsligt.
Framsýnarar: Anna-Mariia Dmytrivna Kislova 17a, Anný Egholm 15g, Barbara Dahl Mc Birnie 17m, Ingibjørg Mikkelsen 17p, Ingileyg Andrassdóttir Skaalum 17x, Katrin Hansen 15g, Linda Ljósheim Dahl 17p, Linda Michelsen 17p, Malena Hansen 17v, Randi Lamhauge Beder 17m, Sára Hammer El ghoul 17ð, Sjøfn Justinussen Guðmundsdóttir 17e, Sólja Johannessen 17p, Sólvá Torkilsdóttir Dam 17a.