Málið býin (og tykkum sjálvi) reyðan – ella bláan, gulan, grønan, pink, appelsingulan og lillaðan.

Lesandi á Tænastubúskapi hava gjørt eina verkætlan í lærugreinini “Event Management”. Niðanfyri er stutt lýsing og filmsbrot um tiltakið.

Renn í Litum, eisini kent sum Color Run, verður á Gamla Velbastaðvegnum tann 13. mai 2023. Byrjað verður við upphiting kl 13:30, og síðani verður runnið ella gingið 2 km, har tað snýr seg um at hava tað stuttligt, og blíva dekkaður til av alskyns litum.

Tá øll eru komin á mál, verður eitt brak av einari litveitslu við góðum tónleiki, mati og drekka. Kom við!