Kærleikskúlan 2018 varð avdúkað á Listasavni Føroya í morgun kl. 9:00. Og eftir at kúlan, sum listamaðurin Ole Wich hevur gjørt, varð almannakunngjørd, handaði
Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, fyrstu Kærleikskúluna 2018 til eina virðiliga fyrimynd. Í ár fall heiðurin á Maybritt við Strond, sum seinastu fimm árini hevur arbeitt við at byggja logopediska økið upp á Glasi. Vit á Glasi eru errin av Maybritt og av tí, hon og starvsfelagar hava gjørt fyri næmingar, sum hava avbjóðingar við serliga orðblindni.

Stýrisforkvinnan í Dugna, Ása Olsen, segði m.a. um Maybritt, at hon sær, skilir og virðir tey ungu, sum hon veitir alneyðuga hjálp á einari lívsleið, har útbúgving er alsamt meira avgerandi.

Maybritt takkaði fyri heiðurin. Síðani hon byrjaði at byggja upp logopediska økið á Føroya Studentaskúla fyri fimm árum síðani er nakað hent. Tað var mótbrekka frá byrjan, tí økið átti ‘ongan góðan’. Men hon tók uppgávuna á seg at byggja økið upp frá grundini, og tað var bæði ein rørd og errin Maybritt, sum helt sína takkatalu. Taluna, sum Maybritt gav yvirskriftina “Okkara vakri ungdómur”, kanst tú lesa her:

“Takk fyri, øll somul, at tit hava sýnt mær henda stóra heiður at fáa fyrstu kærleikskúluna í 2018.

Tað var Kim Larsen, sum yrkti og sang landapláguna “De smukke unge mennesker.” Um ungdómin, sum veksur upp ímillum okkara upp á gott og ilt, og sum vit kenna so væl og eru so góð við, men sum áðrenn okkum varir er burturflogin og farin egnar leiðir. Og eftir standa vit við eini inniligari, vakrari kenslu um tað, sum einaferð var.

Men at vera ungur og at nema sær útbúgving hevur kortini lítið við inniligheit og vakurleika at gera, men heldur hart arbeiði. Og hevur tú eitt orðblindni ella ADHD ella okkurt triðja afturat, so verður tað skjótt ómenniskjaliga hart, serliga um tú ikki fært røttu hjálpina í útbúgvingarskipanini ella frá avvarðandi myndugleikum tíðliga í barnaárum.

Familjur vita, at tað at hava eitt barn, sum hevur trupulleikar við innlæring, er tað sama sum tár og frustratiónir, tá ið tað kemur til skúlating. Tað er tungt, og vegurin til fakliga hjálp er ógvuliga drúgvur at ganga. Vit hava í dag familjur, sum flyta av landinum fyri at fáa røttu hjálpina til barn sítt, tí at tað hevur nakað so einfalt sum orðblindni. Mítt ynski er, at vit fáa eitt samfelag, sum bjóðar børnunum hesa hjálpina av sjálvum sær, so at foreldrini sleppa at vera foreldur.

Góð hjálparamboð eru ein umráðandi lykil til útbúgvingardreymin hjá næmingum, sum hava eitt orðblindni. Eitt tað týdningarmesta amboðið í so máta er okkara geniala teldutala, sum hevur gjørt tað munandi lættari hjá føroyskum børnum at hava eitt orðblindni ella eitt ADHD. Tøkk fái Karin Kass og hennara fólk fyri at hava givið okkum hana. Hon hevur opnað dyrnar hjá nógvum ungdómum til eina betri innlæring og hevur broytt nógvar skúlaupplivingar.

Hesi somu fólk arbeiða nú við at leggja grundvøllin undir eina føroyska Siri, so at vit og børn okkara skulu kunna tosa føroyskt við teldurnar og telefonirnar. Eisini tað verður eitt frambrot, sum vit gleða okkum til.

Góðu øll somul.

Felags fyri okkum øll er, at vit liva eitt samansett lív. Sorgin og gleðin fylgjast, og avbjóðingarnar eru nógvar. Sosialu miðlarnir og forbrúksmentanin fáa ofta vald á okkum og gera okkum ósikkur, sjálvupptikin og sárbær.

Tað er umráðandi, at vit einfalda okkara lív. At vit duga at steðga á, finna friðin og føla tað týdningarmikla.

Tað er umráðandi, at tit, góðu næmingar, læra tykkum at elska tykkara orðblindni og júst tað menniskja, sum tit eru. Tann løtan, tá tit standa við yrkispróvnum í hondini ella sum spildurnýggjar pisur, tann løtan er nakað heilt serligt og virðismikið. Eins og tit, góðu næmingar, eru nakað heilt serligt og virðismikið.

Takk fyri, tit á Dugna, fyri tykkara góða arbeiði. Takk fyri tínar fakligu dygdir, Rakul Napoleonsdóttir, ótroyttiligi starvsfelagi mín á Glasi og øll onnur starvsfólk á skúlanum. Og takk fyri, øll tit dýrabaru ungu menniskju. Okkara vakri ungdómur.

Takk fyri, øll somul.”

Vit á Glasi ynskja Maybritt hjartaliga til lukku.