Eins og undanfarin ár skipar Glasir fyri fyrireikingarskeiði í støddfrøði til øll tey, sum kenna á sær, at støddfrøðin skal stimbrast, áðrenn tey byrja á Glasi eftir summarfrítíðina.

Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum og er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi nú í summar 2026. Støðið er 9. flokk og markamótið til miðnám.

Skeiðið verður í viku 32 (3. august til 7. august) kl. 08:00 – 15:30 á Glasi.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 2.900,-

Melda til skeiðið her.

Freistin at melda til er 1. Juni 2026. Gevið gætur, at tað er avmarkað atgongd.