Miðnámsrit 20 komið

26. oktober 2020

20. miðnámsritið er komið. Har eru áhugaverdar greinar um m.a. karaktrerstigar, vísindaástøði, lesiátøk, skúlanet og KT-økið í føroyskum skúlum.

Karakterstigar eru lutfalsliga nýggir í søguligum samanhangi. Teir komu fram um 1800 sum avleiðing av ídnaðarkollveltingini og eini vaksandi bureaukratisering í útbúgvingum. Men tað var ikki við læring fyri eyga, at karakterstigar vórðu uppfunnir. Í aðrari grein spyrja vit, hví miðnámsskúlar hava sokallaðar karakterfundir, sum tíðin er farin frá.

Vísindaástøði er partur í lærugreinini lestrarmenning á miðnámi. Endamálið er at fyri-reika næmingarnar til víðari útbúgving. Spurningurin er, hvussu umfatandi vísindaástøði á miðnámi skal vera.

Átakið Føroyar lesa skal stimbra lesihugin hjá teimum ungu, sum lesa lítið. Átakið stendur í andsøgn við námsætlanir í máli, sum siga, at næmingar skulu lesa minni, enn fyrr varð kravt, og eftirspurningur eftir føroyskum bókum er nógv minkaður. Sum ongantíð fyrr eru bókasøvn á miðnámi neyðug í talgilda meldrinum.

Skúlanet verður nýggjur KT-felagsskapur, ið fer at hava alt KT-økið í føroyskum skúlum um hendur. Við hesum er vandi fyri, at tað, sum einstakir skúlar hava bygt upp innan KT, verður brotið niður. Og eisini verður hetta dýrt fyri samfelagið.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Ritið kann lesast her.