Tann 22. septembur 2023 kl. 11 verður Næmingaráðsval á Glasi. Tá skulu næmingar og lærlingar velja 9 umboð, sum næsta árið skulu mynda ráðið, sum er fyri alt Glasir.

Á síðuni hjá Næmingaráðnum her á glasir.fo stendur m.a.

“Eitt virkið og sterkt næmingaráð skal syrgja fyri, at lestrartíðin á Glasi verður so góð, sum yvirhøvur gjørligt. Glasir er ein stórur skúli við nógvum eldsálum. Næmingaráðið arbeiðir fyri at fáa íkast frá so nógvum flokkum, næmingum og lærlingum, so at næmingademokratiið kann blóma her. Vit fáa mest ávirkan her á skúlanum, um vit standa saman og hava eitt sterkt næmingaráð, sum kann umboða okkum øll og verða ein virkin og sterk rødd í samstarvinum við lærarar, starvsfólk og leiðslu á Glasi.

Næmingaráðið hevur møguleika fyri at seta arbeiðsbólkar og -nevndir – eitt nú aktivitetsnevnd, trivnaðarnevnd og næmingaredaktión – sum kunnu skipa tilboð og tiltøk á skúanum – fyri okkum øll.”

Luttøka í næmingaráðnum kemur á títt CV og verður nevnt í prógvinum. Í fleiri londum kann skjalfest luttka í skipaðum arbeiði á skúlum og í felagsskapum gera mun, tá tú søkir hægri útbúgving og størv. Á næmingaráðsfundunum verður borðreitt við onkrum munagóðum at eta og drekka, so orka er til arbeiðið. Næmingaráðsarbeiðið gevur loyvda, skúlatengda fráveru. Øll kunnu stilla upp. Tær nýtist ikki at vera floksumboð, fyri at stilla upp – og tað ger onki, um tú stillar upp uttan at verða vald/ur.

Sum nevnt, valið til Næmingaráðið verður fríggjadagin 22. septembur kl. 11 í Atrium.

Lesið meira um, hvussu næmingaráðið skal samansetast og hvørji umboð skulu veljast her.