Í morgun varð skipað fyri hugnaløtu við morgunmati, røðu og blómuhandan í sambandi við at Tórolvur Samuelsen, Napoleon Danberg, Kari á Torkilsheyggi, Símin M. Petersen, Laila Carlsson, Helen Jacobsen og Birgir Petersen hava staðið námsfrøðiligu útbugvingina.
Una Joensen, rektari, handaði blómur og Olav Absalonsen, útbúgvingarleiðari, helt røðu.
Niðanfyri er røðan, sum Olav Absalonsen helt:
Hetta tiltak er gjørt til at heiðra tey, sum hava lokið NÚ (námsfrøðiliga útbúgving) farna skúlaár. Tað at undirvísa krevur hegni og vísdóm. Og tað má lærast eins og onnur fak. Tí vil skúlin markera hetta sum nakað stórt.
Setrið hevur gjørt av, at lærarar á yrkisnámi og gymnasialum námi skulu skiljast sundur í NÚ, tí námsfrøðin er ikki tann sama á hesum økjum, verður sagt. Men spurningurin er, um tað er rætt. Lærarar siga, at tað var ein styrki í tí gomlu útbúgvingini, at fjølbroytni var í holdinum, og tað lærdu tey nógv av. Hetta sama gav at bíta, tá ið vit høvdu supervisión í 21-22. Lærarar lærdu nógv av at fylgja undirvísing í fakum, sum ikki líktust teirra egnu.
Tá ið vit tosa um munin á yrkisútbúgvingum og gymnasialum, hugsa vit kanska um, at munur er á venjing og útbúgving, ella, sum sagt verður á eingilskum, training and education. Tað eingilska orðið education hevur nokk eina aðra løðing enn tað føroyska útbúgving, og fevnir helst eisini um búgving/dannilsi. Og so kunnu vit tosa leingi aftur og fram um, hvat munurin er, og hvussu stórt samanfall er.
Vit tosa ofta um taxonomiskar myndlar, til dømis hevði Benjamin Bloom í 1948 gjørt tríggjar myndlar, ein á hvørjum øki: tí affektiva, tí kognitiva og tí psykomotoriska. Seinni eru aðrar teoriir komnar fram, og tær hjá Bloom eru útbygdar. Hesi trý økini virka saman. Tað er skjótt at hugsa, at tað psykomotoriska er viðkomandi í handverki, tónleiki og ítrótti. Men tað at duga at málbera seg, samskifta, tosa og skriva eru eisini psykomotoriskir førleikar. Á tí affektiva økinum fer tann lærandi frá at vera tilvitaður um tað, sum hann lærir, til at lærdómurin verður partur av persónligheitini, soleiðis at tað ávirkar avgerðir og atferð hjá viðkomandi í verki. Tað kognitiva snýr seg um at hugsa og fata, sum orðið sigur. Hesi trý taxonomisku økini virka saman, og best er, um næmingurin mennist á øllum økjum.
Millum lærarar verður onkuntíð skilt ímillum munnligar og skrivligar lærugreinir. Hetta stavar helst frá tí, at próvtøkur eru skrivligar ella munnligar. Tí kundu vit eisini tosað um verkligar lærugreinir. Hetta tos er eitt sindur margháttligt, tí í øllum lærugreinum á gymnasialum miðnámi skulu næmingar menna førleikar at orða seg bæði skrivliga og munnliga, sjálvt um próvtøkan bara er munnlig. At eingin næmingatíð er í summum fakum, frítekur ikki næmingin fyri at duga at orða seg skrivliga.
Um vit venda aftur til sundurbýtið millum yrkisútbúgvingar og gymnasialar, er áhugavert, at vit í Føroyum hava útbúgvingar, sum eru yrkisgymnasialar, til dømis búskaparbreyt og tøknibreyt (erhvervsgymnasiale á donskum). Hesar útbúgvingar passa ikki inn í kassarnar hjá MMR, sum gjarna vil skilja alt sundur. Tað ber bara ikki til. Eg havi sjálvur undirvíst nógv í yrkislærugreinum á búskaparbreytini, sum er ein gymnasial breyt, men lærugreinin er ikki gymnasial burturav.
Í Danmark fara 72% av einum árgangi á gymnasium, og nakað tað sama í Føroyum. Í Schweiz fara 17% á gymnasium, og tveir triðingar velja yrkisútbúgvingar, ið eru soleiðis samansettar, at tær kunnu geva møguleikar til at útbúgva seg aftaná. Tað ber til dømis til at seta eina handverksútbúgving soleiðis saman, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar. Í Føroyum mangla vit handverkarar, og tí kundi tað verið eitt hugskot at hugt at tí schweizisku skipanini. Og Marknagilsdepilin varð bygdur til tað sama, varð sagt, men nú ið fimm ár eru liðin, síðani vit fluttu inn higar, er ikki nógv hent, sum munar. Gamaní hava vit fingið skapandi fyrireikingarbreyt, men annars einki. Tað fær ein at spyrja: Hví varð hesin skúlin bygdur? Hví eru vit her?
At enda kundi verið stuttligt at nevnt, at einasta fakfelag í Føroyum, sum hevur orðið yrki í navninum, er Yrkisfelagið Miðnám. Tey, sum hava stovnað hetta felag munnu hava hugsað, at tað at undirvísa er eitt yrki. Og tað er áhugavert. Vit seta lærarar eftir fakligum førleikum, og so skulu teir taka NÚ aftaná. Men tað tekur ofta nógv ár, áðrenn tað ber til. Umleið ein triðingur av lærarunum á Glasi hava ikki NÚ, og á Kambsdali er sama skil. Hetta er ein andsøgn, um vit halda, at tað at undirvísa er eitt yrki. Á eingilskum finnast orð sum learning science og educational science, ið eru umsett til lærivísind og útbúgvingarfrøði. Eisini hava vit orðini námsfrøði og didaktikk, ið er læran um undirvísing.
Við hesum í huga kunnu vit siga, at undirvísing og læring er eitt fak í sær sjálvum, ið hevur líka stóran týdning at duga, sum at duga sjálva lærugreinina.
Tí er sjálvsagt, at vit ynskja tykkum til lukku og góða eydnu framyvir við læraraYrkinum.
OA