Temadagarnir undir yvirskriftini “Menniskjað og náttúran” hava verið produktivir. Frá mikudegnum 13. til fríggjadagin 15. mars hava allir næmingar á gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi á Glasi – einir 1.200 næmingar – arbeitt við ymsum evnum, sum knýta seg til yvirskriftina “Menniskjað og náttúran. Niðanfyri eru nakrar myndir frá tí, sum fór fram og tí, sum kom burturúr døgunum, sum endaðu við framsýning og foreldravitjan seinnapartin fríggjadagin á Glasi.