Í sambandi við Vísindavøkuna 2023 fríggjadagin 22. september, gjørdu næmingar og lærarar í evnafrøði og alisfrøði á Glasi ymsar royndir fyri teimum vitjandi.
Yngri næmingar úr folkaskúlanum vóru serliga bergtikin av tí, sum næmingar og lærarar á Glasi kundu gera, m.a. at seta eldur á armin á fólki.
Uttan iva var áhugin fyri evnafrøði kveiktur hjá nógvum av teimum vitjandi.
Niðanfyri eru nøkur videbrot og nakrar myndir frá tiltakinum á Vísindavøkuni.